Ger bilin vetrarkláran - alt tú mást vita!
Tíðindi
Ger bilin vetrarkláran - alt tú mást vita!
Veturin bankar uppá – og so er spurningurin: er bilurin vetrarklárur? Vit hava spurt Fróða N. Müller frá Betri Trygging, hvussu vit best tryggja, at bilurin er klárur til veturin...
Eftir: Sadie Niclasen í samstarvi við Betri Trygging / Mynd Veitari 07.11.2024

Hvussu betra vetrardekk um trygdina í hálku?

Vetrardekk hava lamellir og eru bleytari enn summardekk og hava tí betri vegtak enn summardekk. Tað vil siga, at tá tað er hált, so hava vetrardekkini betri samband við vegin enn summardekk - og eru tískil tryggari enn summardekk.

 

 

Skal eg velja vetrardekk ella píkadekk?

Vetrardekk. Grundin er, at píkadekk eru gjørd til at koyra á gleri. Av tí at tað ikki nóg ofta er kavi og gler í Føroyum, loysir tað seg ikki at koyra við píkadekkum allan veturin. Um tú skalt velja, eru góð vetrardekk at viðmæla heldur enn píkadekk. Harafturat er lættari at skreiða við píkadekkum, tá eingin kavi er og tú koyrir skjótt.Hvussu veit eg, nær vetrardekkini skulu skiftast?

Eitt gott hugskot er at fáa vetrardekkini undir bilin í góðari tíð. Í øllum førum áðrenn fyrsti hálkudagur er; tí bíðar tú til fyrsti kavin hevur lagt seg, kann tað verða long kø í dekkverkstøðunum.

 

 

Hvat skal eg serliga ansa eftir, tá ið eg velji vetrardekk?
Prísurin kann vera avgerandi. Um tú keypir bílig vetrardekk, skalt tú vera varug við, at tey neyvan halda eins leingi sum dýrari dekk. Orsøkin kann vera, at dekkmynstrið ikki er líka djúpt sum á dýrari dekkum, tí slitbanin er tynri. Tískil kann eitt dýrari dekk vera ein betri og tryggari loysn, um tú hugsar fram í tíðina.

 

 

Hvat er vandin við at koyra við summardekkum, tá tað er vetur?

Tú kanst glíða. Summardekk eru ikki gjørd til hálku, krapa og kava. Tey eru harðari enn vetrardekk, og hava ikki líka djúpar lamellir sum vetrardekk. Tí hava summardekk ikki gott vegtak og eru bæði vandamikil fyri teg og onnur. 
Eisini skalt tú vera varug við, at tað er bannað at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, tá tað ofta er hálka og kavi.

 

 

Eg havi heilársdekk. Kann eg brúka tey um veturin?
Tað verður viðmælt at brúka vetrardekk um veturin og summardekk um summarið. Heilársdekk eru eisini vetrardekk, men dekkini eru harðari og hava ikki eins djúpar lamellir. Tískil er vandi fyri, at heilársdekkini eru ov slitin at koyra við um veturin, um tú hevur brúkt tey alt árið.

 

 

Hvussu ofta skal eg kanna, um vetrardekkini hava brúkslit - og møguliga mugu skiftast?
Tá ið vit nærkast vetrinum, og tíðin er komin at koyra við vetrardekkum, skalt tú meta um standin á tínum dekkum, og um tey kunnu halda allan veturin. 

 

 

Kann eg skifta dekkini sjálv?
Ja, um tú hevur eitt eyka sett av felgum v/vetrardekkum, kanst tú saktans skifta dekkini sjálv. Men tað eru serliga tvey ting, sum skulu kannast væl: dekkmynstrið og dekktrýstið.

 

 

Kanna dekkmynstrið:

Snara róðrinum, so dekkið kemur til sjóndar. Kanna mynsturdýpdina á dekkinum. Tað er lógarkrav, at dekkmynstrið skal verða minst 3 mm. Hevur tú ikki eitt máliband við hondina, kanst tú leita eftir einum lítlum klossi ímillum skarðini, sum er á flestu dekkum. Klossurin er ein góður indikator um standin á dekkinum. Eru dekkini slitin niður á klossin, og mynstrið á dekkinum er minni enn 3 mm, eru tey ov slitin at koyra við.

 

 

Kanna dekktrýstið:

Eitt merki er innanfyri hurðina á vinstru síðu framman, ið sigur, hvat dekktrýstið skal vera. Vanliga skal dekktrýstið verða 0,2 bar hægri um veturin enn um summarið. Um ov nógv luft er í dekkinum, slítur tú miðjuna á slitbananum, og er ov lítið av luft í, slítur tú uttara part av slitbananum.

 

 

Hvussu kann ein góð trygging hjálpa, um bilurin fær skaða um veturin?
Ein góð trygging kann hjálpa tær, um bilurin fær skaða um veturin, tí hon dekkar umvælingina. Lógarkravda ábyrgdartryggingin fevnir um skaðar, sum tú gert á onnur akfør – og um tú gert skaða á fólk, men hvussu við tínum egna bili? Betri Trygging hevur ymiskar tryggingar, sum eisini kunnu dekka tín egna bil, um tú kemur illa fyri í ferðsluni.

 

 

 

Hvørjar tryggingar dekka skaðar, ið koma av hálku ella veðri annars?

Tryggingin dekkar altíð hálku, kava og stormskaðar, um tú ert væl skødd. Men koyrir tú við ov slitnum dekkum ella við summardekkum, og tey eru orsøk til skaðan, so dekkar tryggingin ikki, og skaðin verður avvístur, tí tú tá koyrir við ólógligum dekkum – og tryggingin dekkar ikki, um tú gert okkurt ólógligt. 

 

 

Eg havi elbil - er nakað, eg skal hugsa um, nú veturin kemur?
Tey somu tingini eru galdandi; tó koyra elbilar ikki líka langt uppá løðingina í kulda sum í hita. 

 

 

Hvussu vil billjósunum?
Tað er týdningarmikið, at ljósini rigga í vetrarmyrkrinum. Kanna ljósini aftan, framman, blunkljós, nummarplátuljós og fá hjálp frá onkrum at kanna bremsuljósini.
Um bilurin hevur koyriljós, mást tú minnast til at stilla ljósini til nærljós, tá myrkt er, annars eru lyktinar aftanfyri sløktar. Tí er best at hava instillingina standandi fast á nærljósum.

 

 

Hvat viðlíkahald er serliga týdningarmikið fyri bilin í kulda og kava?

Sillikonstift til hurðarnar, frostvesku í lásið, sprinklaravesku til rútarnar og vaska bilin regluliga.
Tá ið nógvur kuldi er, kann hurðin frysta. Tí er skilagott at smyrja hurðarnar við einari silkonstift fyri ikki at oyðleggja pakningina á hurðunum. Tú smyrt tað á pakningin á hurðunum. Silikonstiftin kann keypast á flestu bensinstøðum.
Um tú hevur ein eldri bil, ið ikki hevur fjarstýrt sentrallás, er klókt at keypa lásaspray til lyklarholið - um so er, at lásið er fryst. 

Um veturin eru vegirnir sera skitnir, og tí verður viðmælt altíð hava ein dunk av sprinklaravesku í bilinum. Tað er týðandi, at veskan er frostfrí, og at tú reinsar kavan av sprinklaradýsinum, tá ið tú fert at koyra. Eisini er skilagott at vaska bilin regluliga um veturin - eisini undir botninum - fyri at fáa salt og skitt burtur, tí hetta fer illa við bilinum.

 

 

Er nakað annað, eg skal minnast til?
Góðan ísskavara og góð viskarabløð. Tað er altíð gott at hava ein góðan ísskravara í bilinum at reinsa allar rútarnir heilt reinar fyri kava og frost. Brúka ikki viskararnar at reinsa forrútin við, tí so oyðileggur tú gummibløðini á viskaranum.




Tjekklisti til at gera bilin vetrarkláran:

  • Góð dekk
  • Frostfría sprinklaravesku
  • Eyka dunk av frostfríari sprinklaravesku í bilinum
  • Góðar skógvar og heit klæði ella kavadrakt í bilinum
  • Ísskavara
  • Kanna dekktrýstið
  • Kanna viskarabløðini
  • Kanna kølaraveskuna
  • Kanna ljós
  • Kanna battaríið
  • Spaka í bilinum, so tú altíð fært grivið bilin leysan