Nám fegnast um, at tað enn eina ferð er eydnast at vinna gull til eina av okkara útgávum. Hesaferð varð tað Dropar 7, lesibókin til 7. flokk, sum endaði á fyrstaplássinum í kappingini um bestu lærubókina til hádeild. Tað eru Lív Ingolfsdóttir og Annelisa Rasmussen, sum hava skrivað bókina.
Tað er felagsskapurin EEPG (European Educational Publishers Group), sum skipar fyri BELMA (Best European Learning Materials Awards), og sum á hvørjum ári heiðrar bestu útgávurnar til ymsu árgangirnar. Dómsnevndin hevur í síni meting lagt dent á ymisk viðurskifti, sum tala fyri at heiðra Dropar 7 við fínasta metallinum.
Eitt nú fær bókin stórt rós fyri bygnað, aldurssvarandi tekstir, javnstøðu millum mannligar og kvinnuligar høvundar og høvuðspersónar, fjølbroyttar lesihættir og arbeiðshættir sum heild. Harafturat fær bókin stórt rós fyri sítt grafiska snið, sum stimbrar lesihugin og bjóðar hugflognum hjá næminginum av. Sagt verður um sniðið, at tað bæði er modernað og nýhugsandi í síni myndprýðing, skriftslagi og skiftandi uppsetingum, sum lyfta bókina til eina visuella uppliving á høgum støði.
Høvundar og ritstjórn gleðast um heiðurin. Handan bókina liggur drúgt arbeiði og gott samstarv millum fólk, sum kenna málbólkin allarbest: lærarar, sum hvønn dag eru um næmingarnar í skúlastovunum.
Dropar 7 er í løtuni útseld, men verður uppafturprentað í næstum. Dropar 8 kom í summar, og í Dropar 9 verður klár til komandi skúlaár.
Høvundar og ritstjórn tóku ímóti heiðrinum á bókamessuni í Frankfurt seinnapartin í dag.