
Helga Djurhuus er fødd í 1989, uppvaksin í Havn og hevur útbúgving innnan visuelt design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Hon býr í Danmark, har hon arbeiðir sum fulltíðar listafólk, og nú ber endiliga til at síggja hennara list í Føroyum.
Sjálv sigur Helga soleiðis um sína list:
– Mín list er abstrakt. Oftani kennist tað eins og míni listaverk mynda abstrakt minnir og kenslur, sum onkursvegna finnast í mínum hugaheimi. Eg arbeiði serliga við olju og mixed media. Og mín listarliga tilgond er eksperimenterandi og process basera, greiður hon frá.
Hvar finnur tú íblástur?
– Eg finni íblástur í mínum dagliga lívi, tá eg eri á museum, úti og ferðist ella gangi ein túr, ja satt at siga allastaðni. Mín telefon er á tambi við myndum av litsamansetinum og kompositiónum, sum eg havi fotograferað frá mínum dagliga lívi. Eg royni allatíðina at venja míni eygu við at síggja vakrar detaljur og litsamansetingar sum rigga.
Framsýningin í Gallarí Havnará er opin hvønn dag kl. 16-18 fram til 4. mai.