Hevur tú sæð garðaskøruna breiða seg uttanfyri hjá tær?
Tíðindi
Hevur tú sæð garðaskøruna breiða seg uttanfyri hjá tær?
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag sigur í tíðindaskrivi "Verjið lívmargfeldið – týnið garðaskøruna!" Og í morgin 14. juli heita tey á fólk kring landið um at fara í herna ímóti garðaskøruni.
Eftir: 13.07.2024

Í minsta lagi seks sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni - framvið vegum, áarbakkum, í bønum - ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru vakrar upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at øll hini plantusløgini mugu víkja undan henni.

Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Av tí sama eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki.

Saman ímóti garðaskøruni
Garðaskøran hevur fingið gott rótfesti um allar Føroyar, og vit síggja, at vernd av lívmargfeldinum ikki verður raðfest av øllum kommunum kring landið.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag byrjar tí nú skørudagar, har eggjað verður til, at øll fara út í náttúruna at týna garðaskøruna. Hevur tú sæð garðaskøruna breiða seg uttanfyri hjá tær ella í nærumhvørvinum?

Næsti skørudagur verður sunnudagin 14. juli. 

Vegleiðing til týning og burturbeinan av garðaskøru
Um tú ivast, hvussu tú skalt gera, so hava vit gjørt eina vegleiðing, hvussu tú týnir og burturbeinir skøru her: www.fnu.fo/skøra




Viðkomandi greinar