Sálarligur harðskapur er evnið á tiltaki á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum 25. novembur, sum Sig Frá, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn, Amnesty International Føroyar skipa fyri í samstarvi við Norðurlandahúsið. Hóast sálarligur harðskapur kann vera eins oyðileggjandi og likamligur harðskapur, er eingin áseting í føroysku revsilógini, ið kriminaliserar sálarligan harðskap í sjálvum sær. Tað sama er galdandi við tráfylging.
Sálarligur og likamligur harðskapur eru knýttir, tí tað vísir seg, at likamligur harðskapur aloftast byrjar sum sálarligur harðskapur. Sálarligur harðskapur kann vera eins oyðileggjandi sum likamligur harðskapur, og kann fara fram í nógv ár, áðrenn likamligi harðskapurin byrjar. Sálarligur harðskapur kann sostatt vera ein fyriboðan um likamligan harðskap, og við at kriminalisera sálarligan harðskap er tað tí hugsandi, at vit í ávísan mun eisini kunnu fyribyrgja likamligum harðskapi.
Í átaki 10 í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028 verður sett út í kortið at javnseta sálarligan harðskap við likamligan harðskap umframt at kriminalissera tráfylging. Ætlanin er, at lógarbroytingin í revsilógini verður klár til 2025.
Verður sálarligur harðskapur kriminaliseraður, verður tað ein greið samfelagslig staðfesting av, at gerðir, sum koma undir sálarligan harðskap og tráfylging, ikki verða góðtiknar í føroyska samfelagnum. Hendan staðfestingin fer harafturat at viðføra økta tilvitsku um sálarligan harðskap, sum kann virka fyribygjandi umframt at tey, sum eru fyri hesum harðskapi, skjótari leita sær hjálp.
Á tiltakinum 25. novembur verða tvær framløgur og ein persónlig frásøgn, sum geva okkum eitt innlit í eykennini og arbeiðið við sálarligum harðskapi umframt royndirnar við at kriminalisera sálarligan harðskap í grannalondunum.
SKRÁIN:
13.00: Vælkomin
13.05: Setan: Landsstýriskvinnan í almenna- og mentamálum, Siri Stendberg, setur tiltakið
13.30: Framløga: Susanne Maria Lamhauge, leiðari fyri kreppumiðstøðina og opnu ráðgevingina hjá Danner, fer at greiða frá um sálarligan harðskap: eyðkenni, ávaringartekin, hjálp og fyribyrging. Kreppumiðstøðin hjá Danner byrjaði í 1979 og hevur árliga áleið 2500 áheitanir frá bæði harðskapsraktum kvinnum, avvarðandi og fakfólki, sum søkja sær hjálp og vegleiðing í samband við harðskap.
14.00: Sofaprát: Óluva Zachariassen hevur samrøðu við føroyska kvinnu, sum hevur livað í sálarligum harðskapi. Samrøðan fer at snúgva seg um at vera barn í einum heimi við harðskapi og hvussu hesar umstøðurnar hava ávirkað lív hennara.
14.40: Støðgur
15.10: Framløga: Tine Søberg, høvuðsráðgevi hjá donsku ríkisløgregluni í sertoyminum fyri harðskap. Tine hevur luttikið í arbeiðinum at kriminalisera sálarligan harðskap, og fer at greiða frá fyrireikandi lógararbeiðinum, implementeringini av lógini og hvørjar eftirmetingarnar eru nú fimm ár eru liðin síðan lógin kom í gildi í Danmark
15.50: Samanumtøki og endi
TILTAKIÐ VERÐUR 25. NOVEMBUR KL. 13-16 Í SKÁLANUM Í NORÐURLANDAHÚSINUM. TILTAKIÐ VERÐUR STROYMT, OG KANN STROYMINGIN SÍGGJAST Á FACEBOOKSÍÐUNUM HJÁ FALAGSSKAPUNUM.
TILTAKIÐ ER ALMENT OG ÓKEYPIS OG ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN.