KUNNING! Nýggj renniruta til Kvinnurenningina 18. mai 2024
Tíðindi
KUNNING! Nýggj renniruta til Kvinnurenningina 18. mai 2024
Verkfallið ger, at vit ikki kunnu renna planløgdu rutuna leygardagin, og tí er ein nýggj ruta til ársins Kvinnurenning. Tú sært hana her.
Eftir: Kvinnu 17.05.2024

Vit byrja á Tórsbreyt kl. 15.00 við upphiting. Og so renna vit avstað í bólkum.

Vit heita á tykkum allar um at vísa varsemi.

Vit gleða okkum til ein góðan og hugnaligan dag, sum endar niðri í Hoydølum og ikki sum annars planlagt á Vaglinum.

Soleiðis verður dagurin:

14.40-14.50 - møta á Tórsbreyt

15.00 - Vælkomin + Upphiting við Ann frá Bragdinum. Vit byrja stundisliga kl. 15.00

15.00 - Renningin verður skotin í gongd - vit fara avstað í bólkum, tit fáa kunning/vegleiðig á Tórsbreyt.

15.35-17.00 - Myndatøka í Hoydølum - farið endiliga í kø til myndatøku, so skjótt tit eru á málinum.

Uml. kl. 16.15 - Hugnin byrjar í Hoydølum - lutakastið er metstórt í ár.

17.00 - Vit runda av og takka fyri í ár.

Vertur: Svanna Hentze í Gong

Myndir frá degnum koma út á facebook-vangan hjá Kvinnu 18/19. mai.

Síggjast.

Stutta rutan

Umleið 5 kilometur




Viðkomandi greinar