Í tvey áratíggju hevur Kvinna verið ein serstøk rødd fyri føroyskar kvinnur og samfelagið sum heild. Í hesum serblaðnum kava vit í djúpa og fjølbroytta kvinnulívið í Føroyum í dag umframt nógv av tí, sum føroyskar kvinnur hava lagt í samfelagsmenningina farnu 20 árini.
20 megnar kvinnur prýða forsíðuna
Á forsíðuni til hesa serstøku føðingardagsútgávuna hava vit savnað 20 megnar kvinnur, sum allar á hvør sín hátt hava sett týðilig spor í okkara tíð. Hóast tær eru sera ymiskar, er felagsnevnarin tann sami: tær hava allar verið við til at skapa og forma tað føroyska samfelagið, sum vit kenna í dag, og nú standa tær sum fyrimyndir fyri komandi ættarlið.
At savna hesar kvinnurnar á forsíðuni hevur verið ein heilt serlig tilgongd, og sjálvt arbeiðið at fáa allar smálutirnar at ganga upp í eina hægri eind, og at fáa kvinnurnar at standa saman í einum so sterkum og samanhangandi felagsskapi, hevur verið ein kreativ avbjóðing við stuttligum og gevandi løtum. Úrslitið er hendan ikoniska føðingardagsforsíðan, sum í sær sjálvum eitt visuelt tekin uppá styrki og samanhald – ein spegil av samtíðini.
Í hesum 20-ára føðingardagsblaðnum hevur Kvinna eisini savnað fleiri áhugaverd hagtøl, ið lýsa hvussu føroyskt kvinnulív er broytt seinastu 20 árini - alt frá løn, livialdri, føðitíttleika og nøvn.
Í blaðnum er eisini ein serliga rørandi samrøða við Britt Birgitardóttir, ið hevur eina eygnasjúku, ið ger, at hon missir sjónina stigvíst. Greinin gevur innlit í persónligar avbjóðingar og stríðið um at varðveita lívsgóðskuna, hóast stóru broytingarnar.
Í langari, inspirerandi býlisreportagu verður lesarin bjóðað heim til Maritu á Lakjuni Eysturlíð í Fuglafirði, har vit sleppa at síggja, hvussu ein føroysk kvinna har hevur skapað sær eitt hugnaligt, innbjóðandi og kveikjandi heim við persónligari innrætting og blómum og endurnýtslu í fokus.
Vit á Kvinnu vilja geva lesarunum okkurt serligt við hesi útgávuni, og tí fevnir føðingardagsblaðið eisini um ta góðu og hugnaligu løtuna. Tú fært uppskriftir til lekkrar marengskakur til føðingardagsborðið, sum bæði eru vælsmakkandi og vakurt samansettar.
Harumframt kanst tú síggja inspirerandi klædnaskápið hjá Sannu á Løgmansbø, sum hevur serligan veikleika fyri lekkrum tilhoyri og kjólum, sum hon eigur í hópatali. Harumframt eru heili 16 síður við íblástri til mótan í kalda føroyska heyst-veðrinum, og mangt annað áhugavert.
Tað er ein serstøk tíð fyri okkum á Kvinnu, nú vit kunnu hátíðarhalda heili 20-ár sum føroyskt magasin, sum alt hetta tíðarskeiðið hevur sett føroysku kvinnuna í fokus við søgum og breiðari viðger av føroyskum kvinnulívi. Hetta jubleumsblaðið ein varði, sum bæði minnir á týdningin av at minnast fortíðina, at fagna nútíðini og at hyggja frameftir. Okkara vón er, at Kvinna framhaldandi flytur seg við tíðini, men samstundis er viðkomandi og kveikir komandi ættarlið - tí føroyska kvinnan hevur pláss og týdning í samfelagnum.
20-ára jubleumsblaðið hjá Kvinnu er nú at fáa í handlunum, og vit vóna, at tað veitur íblástur, skapar gleði og setur tankarnar í gongd hjá okkum øllum, sum brenna fyri føroyskum kvinnulívi.