Fleiri ferðir hevur Bót til Bata varpað ljós á bróstkrabba í samstarvi við føroyskan sniðgeva ella fyritøku. Í ár er tað Kemilux, ið hevur tikið stig til at gera eina nýggja hondsápu, sum er sniðgivin og framleidd í Føroyum, og einans verður seld eitt stutt tíðarskeið til hetta endamálið. Talan er sostatt um eina avmarkaða útgávu, sum verður seld í ymiskum handlum kring landið.
– Vit hava í eina tíð arbeitt við at sniðgeva merkiseðilin, valt ein øðrvísi dunk og valt ein heilt serligan søtan anga. Talan er um ein anga, sum vit ikki hava havt áður í okkara vøruúrvali. Arbeiðið at sniðgeva og framleiða hesa nýggju hondsápuna hevur gingið sera væl. Tó var tað torført at finna fram til ein merkiseðil (etikett), og tískil hava vit valt at selja hondsápuna í trimum ymiskum sniðum, hóast hon hevur sama innihald. Hondsápan inniheldur glyserin, sum ger húðina bleyta, innihaldið er klárt og hevur ein tjúkkari konsistens á 300 ml, siga tey frá Kemilux.
Merkiseðilin er sniðgivin av Jenny Kjærbo, saman við okkara vørumennaranum hjá Kemilux, Jeanette við Sandá Lassen. Á merkiseðlinum síggjast ymisk bróst, saman við sloyfuni hjá Bót til Bata. Kemilux hevur avgjørt at lata Krabbameinsfelagnum 5 krónur fyri hvønn selda dunk.
Hondsápan verður seld hesi støð
Miklagarður, FK, Á, Samkeyp, Bónus, Stanley, Vørðslan, Hárbúðin, Brá, Klinikk-B, Maria Poulsen, Koppur & kanna, Margarita í SMS, Salong Hárlist, Hjá Rólant, El-handilin á Tvøroyri, Sandavágs Timburhandil og Handilin hjá Kemilux á Hjalla.
Minnst til at kanna bróstini
“Eingi bróst eru eins” er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey, so at vit skjótari merkja, um broytingar eru. Broytingar merkja ikki altíð, at talan er um krabba, men tað er altíð best at venda sær til lækna sum skjótast, um vit varnast okkurt. Tíðin arbeiðir fyri krabbanum, so tess fyrr, ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur.