Nýggj Kvinna: Um systrar og alt tað vakra við at hava eina góða systur
Tíðindi

Nýggj Kvinna: Um systrar og alt tað vakra við at hava eina góða systur

Nýggj og vøkur Kvinna kemur í sølubúðirnar í dag. Í blaðnum hesa ferð tosa vit um systrakærleika, makt, bloggaralív og feminismu og geva íblástur til vetrarhugna við leskiligum familjufavorittur og føstulávintsbollum.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd: Kvinna 05.02.2021

Ein nýggj Kvinna lendir í sølubúðunum í dag. Í blaðnum finnur tú sum vant hópin av spennandi tilfari.

Vit hyggja nærri at systrakærleikanum og tosa við størri systraflokk um virðið í at eiga eina góða systur. Eisini tosa vit við tvær systrar um at velja sær sína serligu systur.

Vit hava eisini tosað við Anniku Olsen um makt, og hvussu makt kann kosta – bæði persónliga og í politikki. Harafturat fortelur Bergljót av Skarði um, hvat lívið hevur lært hana um altumfevnandi forelskilsi, knúsandi svik, at gerast mamma sum ung og sína pensjonistatilveru sum bloggari og feministur.

Harumframt hava vit vitjað eitt vakurt býli í Syðrugøtu, og vit leggja upp til ektaðan familjuhugna við øðrvísi føstulávintsbollum og leskiligum familjufavorittum.

Hetta og nógv annað finnur tú í nýggjastu Kvinnu, sum er í sølubúðunum í dag.




Viðkomandi greinar