Nýggja heystblaðið - har dirvi er reyði tráðurin
Tíðindi
Nýggja heystblaðið - har dirvi er reyði tráðurin
Eftir: 15.09.2023
Nýggja heystblaðið hjá Kvinnu er á handilshillunum nú - og hesu ferð er blaðið heilt serstakt, halda vit sjálvar. Tí reyði tráðurin í hesum blaðnum má verða dirvi. Dirvi at bróta tabu og tosa um tað, ið fyrr varð tagt burtur. Dirvi at greiða frá um lívsumstøður, sum javnan eru avbjóðandi. Dirvi. 

Í blaðnum er millum annað ein sterk samrøða við Aimi Helbo – ein djørv, ung kvinna, sum hevur ein harðan barndóm við í viðførinum, har rúsdrekkamisnýtsla hevur sett síni djúpu spor. Og Elinborg Pálsdóttir setir eisini orð á sorgina at missa pápan, bert 14 ára gomul.
Í okkara hjartanemandi greinarøð hittir tú Svannu Dam Joensen, Beintu Ellendersen og Hjørdis Hammer, sum allar eru mammur at børnum, ið bera brek. Hesar sterku og djørvu kvinnur veita okkum innlit í ein øðrvísi gerandisdag, sum kann vera ringur at skilja, men sum hinvegin er umráðandi at tosa um.

Eisini er inspirerandi prát við sniðgevan Duritu Thomsen, sum hóast hon ivaðist, hoppaði útí og royndi seg á føroyska marknaðinum. Í blaðnum fært tú eisini góðar uppskriftir við íblástri úr franska køkinum, hugskot til móta og rák, bindiuppskrift og mangt annað gott lesitilfar - eisini til eyguni. 

Góðan lesihug 
Kvinna