
Á forsíðuni hesa ferð eru seks fjølbroyttar kvinnur úr øllum landinum, sum umboða hvør sítt áratíggju – úr 20’unum til 70’ini. Í blaðnum kanst tú eisini lesa eina áhugaverda samrøðu við tær um aldur, samfelagsbroytingar, sjálvsálit og sosialar miðlar.
Elsa Berg, Lena Mohr, Sædis Eilifsdóttir, Elin í Stórustovu, Sára Jógvansdóttir og Maria Olsen eru kvinnurnar, sum prýða ársins fyrstu og várligu Kvinnu, har forsíðan er tikin í nýggja kontórinum hjá okkum – sum ein markørur fyri nýggja kapittulin í søguni hjá Kvinnu, sum nú hevur nýggjar eigarar!
Men tað steðgar ikki har! Hetta blaðið er tjykkri enn vanligt, tí helmingurin av blaðnum er eitt stórt býlisblað, har vit bjóða tær inn í trý heilt serlig heim. Tú kanst vitja norskt instagrambýli, síggja søguliga og persónliga prestagarðin hjá Mariu Jørðdal Niclasen og vitja nýggju arkitektteknaðu húsini hjá Hannu Stenberg á Brúgv. Fult av íblástri til hús, heim og innrætting!
Vit hava eisini hitt sjónvarpsvertin, Elina Winther Poulsen, til eitt prát, har hon greiðir frá, hví hon valdi at keypa ein málning heldur enn nýggja sofu – tí, sum hon sjálv sigur tað: "Hvør vil ikki heldur sita á gólvinum og njóta ein vakran málning enn at eiga eina sofu og ikki vakra málningin?"
Og sjálvandi eru eisini lekkur matuppskriftir við í várblaðnum – hesa ferð við einum lættum laksa døgurða og eini snaskuttari snickerskøku, sum heilt vist verður hittið, tá vinkonurnar koma á gátt.
At enda lúra vit í klædnaskápið hjá Andreu Vatnsdal og fáa eitt innlit í hennara persónliga og kula klædnastíl.
Umframt alt hetta er blaðið eisini fult av mentan, lívstíli og listapráti.
Gleð teg til eitt serliga várligt og inspirerandi blað – snikkað av føroyskum kvinnum til føroyskar kvinnur.
Tak tær stundir, njót løtuna og finn íblástur í nýggjastu Kvinnu, sum er í sølubúðunum nú!