Pensjón: Føroyskar kvinnur langt aftan fyri menninar - og støðan versnar hvønn mánað
Tíðindi
Pensjón: Føroyskar kvinnur langt aftan fyri menninar - og støðan versnar hvønn mánað
- Tølini lúgva ikki. Munurin á pensjónsupphæddini hjá kvinnum og monnum sker í eyguni. Menn rinda millum 35 og 45 % meiri inn til pensjónina um mánaðin. Tað merkir eyðsæð, at teir eisini tjena nógv meiri, staðfestir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón. Hann hevur kannað munin á tí, sum kvinnur og menn hava at liva fyri, tá tey fara á pensjón. Úrslitið bendir á ein grundleggjandi fíggjarligan ójavna millum kynini í Føroyum
Eftir: Greinin er gjørd í samstarvi við Betri Pensjón Mynd Veitari 08.09.2022

- Vit hava ivaleyst havt varhugan av tí, men nú er varhugin blivin til vitan. Vit hava hugt at seinastu trimum árunum, og menn hava rindað millum 35 og 45 % meiri inn á sína pensjónskontu enn kvinnur. Tað merkir, at teir eiga meiri enn kvinnurnar – og at munurin á tí, sum kynini hava at liva fyri, tá tey fara á pensjón, stútt og støðugt veksur hvønn mánað.

Tað er niðurstøðan, nú Betri Pensjón hevur kavað niður í tøl og inngjaldingar seinastu árini.

- Vit hava á leið líka nógvar kvinnur sum menn, ið spara upp til pensjón hjá okkum. Kortini eiga menn munandi meiri av innistandandi pengunum, sigur Helgi L. Petersen og vísir á, at á yvirlitinum yvir tey 10, sum eiga mest samanspart hjá Betri Pensjón, eru bara menn. Á yvirlitinum yvir tey 100, sum eiga mest samanspart hjá Betri Pensjón, eru 70 menn og bara 30 kvinnur.

- Hesir topplistarnir vísa, hvussu nógv nøkur fólk eiga, og teir vísa, at menn eiga mest. Men tað, sum kanska er meiri vert at leggja til merkis, eru inngjøldini. Tí eisini har eru menninir munandi framman fyri kvinnurnar, og støðan stendur við og versnar, tí teir rinda so nógv meiri inn hvønn mánað.

Hesin ójavnin talar um tvey ting. Fyri tað fyrsta fara menninir at hava munandi meiri at liva fyri, tá pensjónsaldurin kemur, enn kvinnurnar.

Fyri tað næsta er pensjónin ein partur av lønini. So tá menninir rinda meiri í pensjón, vísir tað, at teir eisini tjena meiri, sigur Helgi.

Grundleggjandi samfelagsligur skeivleiki
- Tølini staðfesta bara, hvør munurin er – og eg dugi tí ikki út frá tølunum at siga nakað um orsøkina. Men tað er greitt, at tá munurin er so eyðsýndur, so hava vit ein strukturellan lønarligan ójavna, av tí at pensjónin er ein partur av lønini, staðfestir Helgi L. Petersen.

Av møguligum orsøkum kunnu nevnast barnsburðarfarloyvið, sum kjak seinastu tíðina hevur verið um, tí tað kostar kvinnunum. Nógvar kvinnur fara niður í løn, tá tær fara í barsil, vegna tess at loftið á útgjaldinum er 25.000 kr. um mánaðin. Í ár er lógarkravda pensjónin 8 %. Átta prosent av 25.000 er hjá fleiri væl minni, enn tær annars høvdu goldið inn til pensjónina.

Tølini vísa tveir skeivleikar: 1) Menninir fara at hava munandi meiri at liva fyri, tá pensjónsaldurin kemur, enn kvinnurnar. 2) Av tí, at menninir rinda væl meiri í pensjón, er greitt, at teir eisini tjena væl meir.

Hartil vísir ein nýggj kanning hjá Barbaru Apol, at nógvar kvinnur fara niður í tíð, eftir at børnini eru komin. Tað gevur teimum eyðsæð minni í løn – og harvið minni í pensjón.

Fakfeløgini hava somuleiðis víst á, at í fleiri sonevndum ”kvinnustørvum” er trupult at fáa fullan arbeiðsbrøk hjá teimum, ið vilja arbeiða fulla tíð. Aftur her ávirkar tað pensjónina. Hartil er lønarlagið lægri enn í sonevndu ”mannfólkastørvunum”, sum tey til dømis hava víst á við slagorðunum ”líka løn fyri líka arbeiði” og ”rættið skeivleikan”.

Uttanlands hava onnur lønarviðurskifti verið nevnd, sum eisini kunnu gera seg galdandi í Føroyum. Til dømis at menn í størri mun hava stjóra- og leiðarastørv - og harvið hægri lønir. Hartil at menn duga betur at samráðast um sína løn og pensjón.

- Eg kann ikki taka dagar ímillum, júst hvørjar orsøkirnar eru til, at støðan er, sum hon er. Eg kann bara staðfesta, hvat tølini so greitt siga. Og tá munurin er so mikið stórur, og kvinnurnar mánað eftir mánað verða afturúrsigldar, hava vit eyðsæð nakrar grundleggjandi samfelagsligar skeivleikar, sum vit áttu at hugt nærri at og gjørt okkurt við, staðfestir stjórin í Betri Pensjón.




Viðkomandi greinar