Serprentini eru prentað sum giclée-prent. Henda tøkni brúkar pigmentblekk, ið veitir serliga ríka litgóðsku og upploysn. Pigmentini kunnu halda upp í 100 ár, uttan at prentið litferst. Serprentini eru prentað á 100% sýrufrítt bummullspappír (Hahnemühle, Cotton Smooth 265g). Serprentini verða til sølu á Listasavninum 19. januar.
19. januar verður eisini fyrilestur við Bergi Rønne Moberg á Listasavninum.
William Heinesen er víðakendur bæði sum rithøvundur og sum listamaður. Hann var føddur 15. januar í 1900 og hevði tískil fylt 125 ár í ár. Í hesum sambandi hátíðarheldur Listasavn Føroya sunnudagin 19. januar runda dagin hjá mæta listamanninum. Á skránni verður spennandi fyrilestur um William Heinesen við Bergi Rønne Moberg, lektari, Ph.D. á Københavns Universitet. Fyrilesturin eitur At byggja, hugsa og droyma heimin forfrá – Føroyar sum upprunaheimur í lívsverki William Heinesens.
Tiltakið er ókeypis og til ber at vitja føstu framsýningina, har fleiri verk eftir William Heinesen eru at síggja.