Tær flestu kenna allarhelst litføgru plastik íløtini hjá amerikanska Tupperware? Og eiga kanska ein bolla, ein deiggjskavara ella okkurt heilt annað frá Tupperware heima í køkinum. Og tær flestu kennast eisini við Tupperware-party, har ein privatur seljari av Tupperware bjóðar heim til sín sjálvs fyri at vísa Tupperware vørur fram og selja hesar. Men nú eru hesar litríku plastik-vørunar skjótt søga, í hvussu so er á okkara leiðum.
Fyritøkan, sum Earl Tupper stovnaði í 1946, hevur leingi stríðst við stórar fíggjarligar trupulleikar, og nú hevur stóra hallið við sær, at Tupperware letur aftur fyri virkseminum í Danmark og restini av norðurlondum, hetta skrivar TV 2. Tupperware hevur verið á danska marknaðinum síðan 1962.