Við vælumhugsaðum sniði, spennandi innihaldi og fjølbroyttum uppskriftum hava Søtt & Salt bókasinini longu fingið eitt fast pláss í føroyska køkinum, og nú er Søtt & Salt aftur á hillunum - og hetta er fjórða útgávan í røðini av lekkra, vakra og inspirerandi bókasininum.
Bókin bjóðar bæði søtar og saltar freistingar: frá brownies, cookies og dessertgløsum til rættir við føroyskum íblástri, so sum ræsta súpan. Til tín, sum dámar lambskjøt, eru tríggjar ymiskar uppskriftir við lambsbógvi, og súreplini fáa eitt serligt pláss við fleiri spennandi uppskriftum, sum skapa eitt heimligt og hugnaligt huglag í køkinum. Hendan nýggjasta útgávan gevur íblástur til bæði gerandisdagar og serlig høvi, tí bæði uppskriftir og søgur fanga hjartað hjá øllum mat-entusiastum
Men Søtt & Salt er meira enn ein kókibók, tí á vøkru síðunum finnur tú eisini áhugaverdar samrøður og søgur - gleð teg til skemtiliga, persónliga og eitt sindur skeiva samrøðu við Trónd Vatnhamar og Kára Sólstein um mat og vinalag og alt møguligt annað har ímillum, meðan Ranvá Knudsen fortelur um sína ferð frá dreymi til veruleika við egnari fyritøku.
Gleðin handan bókina merkist eisini á hvørjari síðu, tí seinastu mánaðirnar á kontórunum hjá Kvinnu hava verið merktir av smakkroyndum, myndatøkum og kreativari orku, sum nú verður latin tær til íblástur.
Søtt & Salt er ætlað øllum løtum: bindiklubbanum, vinkonuhugnanum, føðingardøgunum, veitslunum og vanliga gerandisdegnum. Hon er ikki bara ein bók við uppskriftum – hon er eisini ein vakur prýðislutur til køkin, har góðar løtur byrja.
Bókin er ein uppløgd gáva til øll, sum elska góðan mat – bæði til vertinnuna, tann, ið fyllir ár, ella sum jólagáva til matglaðar vinir. Við Søtt & Salt flyta matgleðin og hugnaligu løturnar inn í títt heim!
Fæst í matvøruhandlum og kaffistovum kring alt landið.
Kann eisini keypast her!