Sterkar kvinnur og nýhugsandi list á Skrapt í vikuskiftinum
Tíðindi
Sterkar kvinnur og nýhugsandi list á Skrapt í vikuskiftinum
Skráin fyri Skrapt, sum júst er endaliga kunngjørd, er full av spennandi nøvnum og hendingum
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Gwenael Akira H. Carré 17.10.2024

 Um vikuskiftið verður Skrapt fyri 2. ferð - ein savnan fyri nýhugsandi tónleik og list á mentanarøkinum á Tórsgøtu í Havn. Skráin, sum júst er endaliga kunngjørd, er full av spennandi nøvnum og hendingum, og vit kunnu ikki lata vera við at bíta merki í, hvussu nógvar skrappar kvinnur síggjast á listanum!

 

 

Fríggjadagurin
bjóðar frá kl 19 eina fjølbroytta upplatingarskrá í meira eksperimenterandi endanum við blandaðum innsløgum frá Forlagnum Eksil og einari røð av elektroniskum nøvnum.

 

Eksil hevur 7 aktuellar kvinnur á skránni til upplestur: Anita Gudmundarson, Lív Maria R. Jæger, Nansý Súnadóttir, Rannvá H. Mortensen og Vónbjørt Vang, og á kvøldinum kemur eisini ein 14 ára gomul trans genta fram við eini eksperimenterandi elektroniskari audio-video sýning.

 

 

Leygardagin
er ein greið tónleikaskrá við 8 konsertum, sum byrja kl 20. Her er helvtin av nøvnunum kvinnur:

Tóra Trónd, sum nýliga hevur markerað seg á føroyska tónleikapallinum. ASA, sum í finaluni til Sement kappingina fyrr í ár varð vald burturúr at spæla á SPOT festivalinum í Danmark. Jazzygold, sum Euro News kallar fyri føroyska svarið uppá SZA. Og íslendska listakvinnan Apex Anima, hvørs forvitnisliga úttrykk ber boð um góðsku og eina pallframkomu, sum má upplivast.

 

 

Sunnudagin
lenda tey aftur omaná skrøppu dagarnar uppi í Svimjihylinum í Gundadali. Bjóðað verður at fara í vatnið ella ikki afturvið ambientum tónum, dempaðum ljósi og mjørkakendum huglagi. Um kvøldið bjóða tey oman í Sirkus til suppu og eitt DJ sett frá áðurnevndu Apex Anima.

 

 

Nakað heilt annað

“... hesum tónlistarliga frírúminum og alternativu tankagongdini um tónleik, sum Skrapt umboðar, er tað brúk fyri í Føroyum - og í Havnini ikki minst, sum er um at drukna í poppveitslum, har tað snýr seg um at syngja við og klappa í takt.”

Tað er nakað um tað, ið Frí Mentan hjá Frihedsbrevet skrivaði 16. august. Skrapt er nakað heilt annað enn tað, vit higartil hava upplivað.

 

Til ber at finna alt um Skrapt á www.skrapt.fo – profilar um øll listafólkini, leinkjur til sosialar miðlar og leinkjur til tónleikalistar á fleiri stroymitænastum.