SummarKvinna - 132 síður!
Tíðindi
SummarKvinna - 132 síður!
Endiliga er stóra summarblaðið her - heili 132 síður við góðum lesnaði til summarløturnar.
Eftir: 11.07.2024

Ein nýggj og summarslig Kvinna er í handlunum nú. Vit viðgera trý tabu - les um Wegovy, barnloysi og vakurleikaviðgerðir. Les samrøðurnar við Hansu Glerfoss, Rúnu á Steinamørk og Guðruna Rógvadóttir

Eg haldi, at vit skulu lata aðrar kvinnur gera tað, tær hava hug til við sína útsjónd, uttan at vit skulu viðmerkja ella døma. Tí hvat rakar tað onnur, hvat vit gera? Fyrr varð ofta gjørt gjøldur burtur úr blondinum og sagt, at tær ikki dugdu at hugsa. Tað hava vit tíbetur flutt okkum frá, tí sjálvsagt kunnu vit síggja gott út og samstundis vera klókar. Eg haldi, at kjakið um vakurleikaviðgerðir líkist hesum, men tað, sum er umráðandi, er, at vit kenna okkum líka væl uttan sum innan. Guðrun Rógvadóttir, síða 42.

Vit borðreiða við lekkrum summarsalti, ískøldum drykkum og søtari marengskøku. Vitja sjarmerandi summarhús á Tvøroyri og geva tær íblástur til summarmótan við stórari mótarøð.

Sigrid Vang á Oyrabakka og Janet Hentze í Havn bjóða innar í havan til hugnaligt havaprát og vísa okkum runt í vøkru urtagørðunum.

Vit hitta eisini Astu Poulsen úr Klaksvík, sum er blivin bitin av at dyppa.

– Eg eri tikin á bóli av, at eg tími hetta so væl. Eg hevði als ikki sæð fyri mær, at eg fór at tíma at ganga oman á Borðoyarvík fyri at fara á sjógv, Asta Poulsen síða 18.

Les eisini summarprát við Joan Eiðisgarð úr Havn og Sáru Mariu Johansen av Tvøroyri, sum skal umboða Danmark til OL.

Njót løtuna!