TikTok, sum er video-appin, sum millum annað er kend fyri dansiavbjóðingar, viral rák innan vakurleika, mat og móta, og sum hevur verið fyrsti almenni pallurin hjá nógvum ungum tónleika spírum - hon doyði í USA sunnudagin 19. janur. Orsøkin er, at amerikanskir myndugleikar og politikarar stúra fyri, at ByteDance, sum eigur TikTok, deilir upplýsingar hjá brúkarum við kinesiska stýrinum.
Kongressin samtykti í vár eina lóg, sum bannar TikTok í USA, hetta um ikki móðirfelagið hjá TikTok, Bytedance, sum er stovnað í Kina, seldi sosiala miðilin áðrenn 19. januar.
Umleið 170 milliónir TikTok brúkarar eru í USA, og um tey nú royna at sleppa á appina, so fáa tey eini boð um, at ein lóg, sum bannar Tik Tok er sett í gildi í USA.
Mánadagin 20. januar verður nýggi amerkanski forsetin, Donald Trump, tikin í eið, og hann segði leygardagin við amerikanska miðilin NBC News, at hann væntandi fór at leingja freistina hjá TikTok við 90 døgum, hetta skrivar Ritzau.