Við heilivági vann Elin viljan til lívið aftur
Tíðindi
Við heilivági vann Elin viljan til lívið aftur
– Eitt tíðarskeið fyri góðum 13 árum síðani hevði tá 25 ára gamla Elin Eliassen tað so trupult, at hon orkaði í roynd og veru ikki at liva longur. Tá kommunulæknin bjóðaði henni antidepressivan heilivág, takkaði hon ja, tí hon vildi fáa tað betri. Og ta avgerðina angrar hon ikki.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Súsanna Smith Johansen 18.03.2022

Tá tú ert í so djúpum tunglyndi, at tú hevur mist viljan til lívið og ikki orkar upp úr songini, er tað trupult sjálv at taka stig til at koma úr sváru støðuni. Tí var tað eisini torført hjá Elini Eliassen um heystið 2008, tá hon ringdi til kommunulæknan og segði honum, at hon helt, hon var deprimerað.

– Hann bað meg koma oman til viðtaluna til ein kaffimunn, sigur 38 ára gamla Elin, sum eftir vitjanina hjá læknanum fekk antidepressivan heilivág, sum gjørdist lívslinjan hjá henni tá.

Elin Eliassen, 38 ár
Býr í Rituvík og starvast sum roknskaparfólk

Tað byrjaði sum burðartunglyndi, eftir at Elin hevði átt miðlingin í 2005. Tað gekk tó long tíð, áðrenn Elin leitaði sær hjálp, hóast hon visti, at tað ikki stóð væl til. Í 2007 flutti familjan til Danmarkar, men Elin megnaði hvørki lesturin ella arbeiðið, hon hevði har. Eisini vóru fleiri smáar hendingar í lívinum, sum samanlagt gjørdu, at hon fall saman. Hendingar, sum ikki vóru ekstremar hvør sær, og sum fyri uttanfyristandandi kanska ikki sóu út av so nógvum - men fyri Elina fyltu tær alt.

– Alt hetta fylti so nógv hjá mær, og eg orkaði ikki at liva meir. Eg kom ikki upp úr songini um dagarnar, eg var ofta kedd, og eg var ógvuliga tung í høvdinum. Eg hevði heldur einki sjálvsálit og føldi ikki, at eg var nóg góð á nøkrum økjum. Eg var ikki ein nóg góð mamma, kona, vinkona, dóttir... og eg tordi ikki at seta orð á tað fyri einum lækna heldur, sigur hon erliga frá.

Hon fór oman til viðtaluna og fekk kaffimunnin. Læknin segði tá, at hann ikki sá nakran lívsneista í eygunum á henni, og hann valdi at sjúkramelda hana, so hon slapp undan at hugsavna seg um alt tað, hon ikki megnaði.

– Hann trýsti meg ikki til at tosa meir, enn eg orkaði, og eg varð ikki noydd at forklára honum meir. Eg vildi heldur ikki til sálarfrøðing, tí eg orkaði veruliga ikki at tosa við nakran tá. Tá læknin nevndi medisinið, takkaði eg ja beinanvegin. Eg kendi onkran, sum tók antidepressivan heilivág, og eg var opin fyri at royna tað, so eg kundi fáa tað betri. Eg veit ikki, um tað er rætt, at eg slapp undan at fara til sálarfrøðing, men eg eri glað fyri tað, tí eg hevði ikki orkuna. Í staðin fyri var eg hjá læknanum av og á, tí hann bað meg koma til kaffi. Soleiðis helt hann eygað við mær.

Heilivágurin riggaði
– Tað gekk ein tíð, áðrenn eg føldi nakran mun, men eftir eina tíð segði maður mín, at hann helt ikki, at eg var líka tung, ikki so ofta kedd og at eg var oftari uppi úr songini, greiðir hon frá.

Stutt eftir, at hon fekk heilivágin, fluttu Elin og familjan í eina nýggja íbúð. Synirnir skuldu skifta barnagarð, og tey vóru nú í einum nýggjum grannalagi, har tey ongan kendu. Sjálv heldur hon, at tað eisini hjálpti, at hon ongan kendi.

Tað gekk ein tíð, áðrenn eg føldi nakran mun, men eftir eina tíð segði maður mín, at hann helt ikki, at eg var líka tung, ikki so ofta kedd og at eg var oftari uppi úr songini.

– Eg var beinavegin ógvuliga opin um, at eg stríddist við tunglyndi, og eg eri vís í, at tað hjálpti, tí eg slapp undan at pakka alt inn alla tíðina. Eg eri annars einki serliga opin sum persónur, men av tí, at vit komu til eitt nýtt stað, valdi eg at siga, at hetta eri eg, og eg vil fegin, at tit kenna meg soleiðis. Eingin visti, hvussu eg var áðrenn. Tí gjørdi tað tað sama, hvussu eg sá út til at klára tingini. Tá var eg glað fyri, at eg ikki búði í Føroyum, har vit koma hvørji aðrari við og ofta vilja hjálpa. Hevur tú tunglyndi, orkar tú ikki altíð, at fólk koma inn at hjálpa.

Tá hon hevði tikið medisinið í seks mánaðir, var hon aftur hjá læknanum, sum tá sá eina broyting. Eyguni vóru broytt. Lívsneistin var at hóma.

– Eg hevði betri hug til lívið og til alt í gerandisdegnum.

– Uttan stuðulin frá mínum fantastiska manni, Andrasi, hevði eg ongantíð komið meg so væl. Hann stuðlaði mær í øllum og kravdi ongantíð nakað av mær. Í staðin tók hann alt á seg og orðnaði alt, sum hevði við heim og børn at gera, greiðir hon frá.

Sjálv hevur Elin upplivað blandaðar reaktiónir, tá hon hevur tosað um heilivágin, og hon harmast eisini um, at tað enn er tabu at tosa um hetta evnið í Føroyum í dag.

– Eg veit um eina eldri kvinnu her heima, sum hevur tikið antidepressivan heilivág í mong ár. Hon segði mær, at hon var glað fyri, at eg var ung í dag, tí hon kundi ikki fortelja fyri nøkrum, at hon tók antidepressivan heilivág, tí tað var skomm. Hon goymdi eisini depressiónina hjá sær, tí hon var foy, og tað kendi eg meg aftur í, tí soleiðis gjørdi eg eisini fyrr. Hjá mongum er tað torført at tosa opið um eitt slíkt evni, og tað eru fleiri, sum halda, at tað er skomm; men vit eru mong, sum hava havt tørv á hesum heilivágnum, og tað er umráðandi, at vit gera evnið minni duldarfult við at tosa um tað.

Hjáárini gjørdust ov tung
Tað vóru serliga tvey av hjáárinunum av heilivágnum hjá Elini, sum nívdu hana og eisini spældu ein leiklut í avgerðini at steðga antidepressiva heilivágnum trý ár eftir, at hon hevði verið til fyrsta kaffimunnin hjá kommunulæknanum í Danmark. Eitt av hjáárinunum var ein stór øking í vektini, tí matarlysturin vaks ógvusliga, og hitt var kensluliga mótstøðuførið.

Tað kann væl vera, at okkurt annað hevði kunnað hjálpt, men eg hevði brúk fyri heilivágnum tá.

– Eftir at eg hevði tikið heilivágin í trý ár, avgjørdi eg at steðga. Heilivágurin tekur kensluligu topparnar, júst sum hann tekur kensluligu botnarnar. Tí var eg ongantíð ordiliga glað ella rørd av støðum, sum vanliga røra eitt menniskja. Men tá eg valdi at gevast, hevði lívið fingið innihald aftur. Eg hevði tað gott.

– Stutt eftir, at eg gavst, var eg við barn, og eg óttaðist fyri, at eg aftur fór at gerast tunglynt. Eg tosaði við heilusystrina um tað, eg hevði stríðst við og um óttan fyri at uppliva tað aftur, og tað hjálpti at siga henni, hvussu eg hevði tað. Eg vildi spæla við opnum kortum fyri mína skyld og fyri barnið. Tá hon síðani spurdi, hvussu eg hevði tað, kundi eg svara erliga, at eg hevði tað fínt. Eisini hóast eg ikki hevði dustsogið, áðrenn hon kom. Og eg hevði tað fínt, tí eg ikki føldi, at eg skuldi goyma nakað fyri henni. Tað hevði eg helt víst gjørt, áðrenn eg fekk heilivágin.

Heilivágurin tók tað ringasta
Samanumtikið hjálpti heilivágurin Elini á tann hátt, at hann tók botnarnar. Hann tók tað ringasta.

– Tað kann væl vera, at okkurt annað hevði kunnað hjálpt, men eg hevði brúk fyri heilivágnum tá. Fyri nøkrum árum síðani umhugsaði eg at byrja aftur, men eg gjørdi tað ikki. Tá legði eg merki til, at eg hevði lovað meg til ov nógv, og eg var mergsogin fyri orku. Í staðin fyri segði eg alt frá mær og hugsavnaði meg um tey tingini, sum høvdu størsta týdning. Í dag eri eg tilvitað um, at eg ikki altíð orki so væl, og tí ansi eg eftir mínum yvirskoti, yvirliti og orku. Men eg hevði heilt víst tikið antidepressivan heilivág aftur, um eg aftur gjørdist so illa fyri, sum eg var, tá eg fekk hann í 2008.

Les longri tema um antidepressivan heilivág í Kvinnu 3, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið .




Viðkomandi greinar