Kvinnurenningin 2025 verður leygardagin 24 mai kl. 15.00 á Tórsbreyt í Havn.

Melda til áðrenn 19. mai 2025 og tryggja tær luttøku fyri 345 kr. Eftir 19. mai hækkar prísurin til 395 kr.

Við luttøku fært tú stóran gávuposa við góðum gávum, avsláttrarkortum og ymsum lekrum at forkela teg sjálva við. Og sjálvandi luttekur tú eisini í stóra lutakastinum um nógvar góðar vinningar.

Tilmeldingin er bindandi. Renninummar og gávuposi kunnu heintast frá 22. mai kl. 10.00 til og við 24. mai kl. 13.00 í handlinum hjá Thomas Dam Intersport á Smyrilsvegi 5.

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina 2025 eru Thomas Dam Intersport og Aqua d’Or.

Soleiðis verður Kvinnurenningin skipað:

  • Vit renna frá Tórsbreyt í Havn kl. 15.00
  • Bragdið og Kvinna skipa fyri upphiting á Tórsbreyt 10 minuttir, áðrenn farið verður avstað
  • Rennirutan verður kunngjørd á kvinna.fo/renniruta2025  nakrar dagar áðrenn sjálva renningina.
  • Lutakast og hugni verður í Hoydølum aftaná Kvinnurenninga.

Melda til her!