Brotna eygnavippurna ofta?
Móti
Brotna eygnavippurna ofta?
Orsøkin kann vera, at tú ert ov harðlig. Ansa væl eftir eygnavippunum – kanska hesi ráðini kunnu hjálpa tær.
Eftir: 24.02.2023

1. Brúkar tú vippuboyggjara, so ger tað altíð, áðrenn tú leggur maskaru, tí maskara ger vippurnar stívari, og tá er størri vandi fyri, at tær brotna, tí tu boyggir tær.

2. Tá tú liggur á síðuni og svevur, so er vandi fyri, at uttastu vippuhárini á tær brotna, tí tey verða trýst ímóti koddanum, og tá er best at reinsa maskaru av, áðrenn tú fert til songar.

3. Brúkar tú vatnfasta maskaru, so er gott at brúka eygnasminkureins við olju, tí vippurnar gerast turrar, tá tú brúkar vatnfasta maskaru, og oljan brýtur maskaruna niður varliga.

4. Tá tú reinsar maskaruna av, so er mátin, tú gert tað uppá, av stórum týdningi. Legg eina vattrondellu við sminkureinsi á afturlatna eygað í 15 sekund, tað ger maskaruna bleyta og lættari at fáa av. Eftir 15 sekundum kanst tú byrja at strúka vattrondelluna spakuliga niðureftir – umaftur og umaftur.

Les eisini: Nethandlarnir tú skalt kenna

Ein mildur makeupfjernari til eygu frá The Body Shop. Væl egnað til sarta húð - kann keypast her




Viðkomandi greinar