JólaKvinna er her – við fjálgum íblástri til jólini
Tíðindi
JólaKvinna er her – við fjálgum íblástri til jólini
So er hon her – okkara jólaKvinna við hópin av jólaligum lesitilfari, íblástri, mati, jólagávuhugskotum og nógvum øðrum
Eftir: Kvinnu 13.12.2024

So er hon her – okkara jólaKvinna við hópin av jólaligum lesitilfari, íblástri, mati, jólagávuhugskotum og nógvum øðrum.

 

Forsíðuna prýða møðgurnar Sissal og Lea Kampmann, og inni í blaðnum er innilig og rørandi samrøða við tær báðar um samveru, frið og ljósið, ið fylgir við heilagu jóladøgunum.

 

Umframt hugskot og vegleiðing til at gera títt egna, vakra jólaprýði, fært tú eisini íblástur til jólabaksturin við uppskriftum til lekkrar smákøkur og konfekt, sum fylla heimið við anganum av jólahugna.

 

Vit sleppa eisini innum í jólaliga heimið hjá Mary-Ann Zachariassen í Fuglafirði, har jólini verða hátíðarhildin við einum góðum javnvági millum tað andaliga og tað materielistiska. Hennara heim er fylt við stjørnum, krubbum, granntrøum og turkaðum appilsinum, ið gera tað bæði fjálgt og vakurt inni.  

 

Blaðið rúmar eisini hjartanemandi samrøðum. Marjun Lómaklett, prestur, greiðir frá sínari lívsleið, og hvussu hon altíð hevur kent seg kallaða til prestagerningin, og í einari fangandi klummu verður lýst, hvussu tað  at vera skilsmissubarn á jólum.

 

Gleð teg eisini til jólakort úr Seoul og at verða inspirerað av kula og spennandi klædnaskápiðinum hjá Súsonnu Laursen, har tann gjøgnumgangandi liturin er hvítt.

 

Keyp JólaKvinnu nú og lat teg hugtaka av jólaprátum, kreativum íblástri og hjartanemandi løtum, sum veruliga fáa teg í gott jólahýr.

 

Tú kanst eisini keypa árshald av Kvinnu í jólagávu til eina, tú ert góð við. Við haldinum fylgir eisini eitt vakurt listaprent frá Armgarð Absalonsen.

 

Les meira og keyp jólagávuhald HER