Føroyska songkvinnan Sissal er við í ársins Melodi Grand Prix
Tíðindi
Føroyska songkvinnan Sissal er við í ársins Melodi Grand Prix
Sissal, sum er úr Havn og býr í Keypmannahavn luttekur í ársins Melodi Grand Prix við sanginum ‘Hallucination’.
Eftir: Kvinnu Mynd DR 06.02.2025

– 'Hallusinatión' snýr seg um at møta einum persóni, har sambandið kennist so veruligt, at tað næstan tykist óveruligt, sigur Jóhanna Norðberg Niclasen hvørs listanavn er Sissal við DR.

Hóast hon ikki kemur úr musikalskari familju, so hevur mamma hennara sagt, at Sissal Jo byrjaði at syngja, áðrenn hon dugdi at tosa. Hon sang altíð og framførdi fyrstu ferð á almennum palli bert 10 ára gomul.

Við at luttaka í danska Melodi Grand Prixnum vónar Sissal Jo ikki bert at halda eina tónleika-veitslu, men vónandi eisini geva hyggjarum og áhoyrarum íblástur.

– Eg vóni, at fólk kunnu spegla sær í mínum tónleiki og tí persóninum, eg eri. Eg vil vísa, at tú kanst vera lekkur og sunn, sjálvt um tú ikki ert kløn, so eggi eg øllum til at trúgva uppá seg sjálvan og fylgja sínum dreymum, sigur hon við DR.

Melodi Grand Prixið verður 1. mars. Og finalan í Eurovison verður í mai.

Kaga inn í íbúðina hjá Jóhannu, sum vit vitjaðu á Oyrasundskollegiinum í 2023

Fylg Sissal Jo á Instagram