
Tað byrjaði sum ein dreymur. Sum 14-ára gomul var Ester Maria Fonsdal Mikkelsen farin at hugsa stórar tankar - um framtíðina, um frælsi og um havið. Hóast hon enn var ung, vóru dreymarnir og vónirnar stórar. Dreyminum vildi hon loyva at vaksa, og tí hevði hon ætlanir um eina trý ára sjóvinnuútbúgving í Danmark. Men foreldur hennara vildu hava hana nær – og so gjørdist tað Sjónám heldur enn Svendborg.
– Eg havi ikki angrað ta avgerðina. Eg hevði ein brennandi dreym um at sleppa út á sjógv og vildi gera tað, ið tað kravdi at røkka dreyminum. Og Sjónám bleiv eitt trygt og gott fyrsta fet á leiðini, sigur 19 ára gamla Ester Maria Fonsdal Mikkelsen, nú vit fingu eitt prát og eg setti henni 10 spurningar um útbúgvingina, upplivingina og framtíðardreymarnar.
1. Hví valdi tú at søkja inn á Sjónám?
– Eg vildi upprunaliga gjarna til Danmarkar, har eg kundi fingið eina meira samantvinnaða sjóvinnuútbúngving og miðnámsútbúgving í einum. Men eg var bara 16 ár tá, og foreldrini hildu tí, at eg var ov ung at flyta heimanífrá. Tí valdi eg heldur Sjónám. Eg hevði hoyrt um skúlan og helt, at hetta var ein góður møguleiki hjá mær at fylgja dreyminum. Eg kendi meg klára at taka avgerðina, tí eg visti, at hetta var tann rætta kósin fyri meg.
2. Hvørja mynd hevði tú av skúlanum, áðrenn tú byrjaði?
– Eg visti ikki so nógv frammanundan, men eg visti, at hetta var ein siglingarskúli. Og eg bleiv ikki skuffað. Sjónám livdi meira enn upp til vónirnar. Lærararnir eru sera dugnaligir, og teir vilja veruliga, at tú skal læra og mennast.
3. Hvussu sá ein vanligur dagur út hjá tær á Sjónámi?
– Vit byrjaðu klokkan átta og høvdu undirvísing til um 15-tíðina. Flokkarnir eru smáir, og tað skapti eitt gott umhvørvi, har vit fingu nógv burturúr. Vit arbeiddu bæði teoretiskt og praktiskt, og tá tú ivaðist í onkrum, var tað altíð lætt at venda sær til læraran. Tað, sum mær dámdi so væl við Sjónámi var at vera partur av einum lítlum, men sterkum felagsskapi.
4. Hvat var mest spennandi at læra?
– Mær dámdi best skipsteknik og navigatón. Mær hevur altíð dámt væl at rokna og skilja skipanir, og tær lærugreinarnar eru beinleiðis tengdar at veruleikanum á sjónum. At læra hvussu alt riggar tekniskt umborð, og hvat tú skalt gera undir truplum umstøðum – tað var ordiliga spennandi og gevandi
Ester Maria arbeiðir sum dekkari umborð á Brimli
5. Hvussu var samanhaldið millum næmingarnar?
– Tað var frálíkt. Vit vóru bert sjey næmingar í flokkinum, og tað ger, at tú veruliga kennir tey, sum tú gongur í flokki saman við. Vit hildu saman og hjálptu hvørjum øðrum, serliga um onkur hevði tað eitt sindur torført við onkrari lærugrein. Eg føldi ongantíð, at nakar var sleptur upp á fjall. Vit lyftu hvønn annan upp. Tá tú trívst sosialt, so trívst tú eisini fakliga.
6. Hvussu var at vera genta á einum skúla, har tað eru mest dreingir?
– Eg var bara ein partur av felagsskapinum - og á ongan hátt var tað ein forðing, at eg var einasta gentan í flokkinum. Eg vil avgjørt eggja øðrum gentum til at royna seg á Sjónámi, um tað er tað, tær hava hug til.
7. Hvussu mentist tú, tað tíðina tú gekst á Sjónámi?
– Eg havi altíð verið eitt sindur smæðin og innvend - men árið á Sjónámi mentist eg nógv. Eg bleiv tryggari í mær sjálvari, tordi meira og fekk eina sterkari kenslu av, at eg kundi. Eg minnist, at eg einaferð segði við ein lærara, at hann skuldi halda kjaft - og hann bleiv faktiskt stoltur av mær. Tað sigur eitt sindur um, hvussu eg broyttist hesa tíðina.
8. Hvat heldur tú, er serligt við Sjónámi samanborið við aðrar útbúgvingar?
– Tað er, at skúlin er so lítil, og at øll av tí sama koma hvørjum øðrum við. Lærararnir vita, hvør tú ert, og hvat tú hevur tørv á fyri at mennast. Tað er ein heilt øðrvisi skúlauppliving, enn eg havi upplivað aðrastaðni.
9. Hvat ætlar tú at brúka útbúgvingina til?
– Eg arbeiði í dag sum dekkari á Brimli, og eg elski tað. Hetta er beinleiðis framhald av tí, eg lærdi á Sjónámi. Eg læri meira hvønn dag og byggi mína siglingartíð upp, so eg seinni kann lesa til skipsførara. Eg havi eisini ein dreym um at sigla ferðamannaskip. Eg vil fegin síggja heimin og fáa allar hesar upplivingarnar, sum bert sjógvurin kann geva.
10. Hvat ráð hevur tú til onnur, sum hugsa um at søkja inn á Sjónám?
– Ger tað. Um tú heldur, at hetta kundi veri nakað fyri teg, so skalt tú royna. Tað er ikki bara ein útbúgving, tað er ein uppliving - og tú finnur styrkir, sum tú kanska ikki visti, at tú hevði.
– Lívsroyndir, felagsskapur & møguleikar!
Fakta
Ester Maria Fonsdal Mikkelsen er 19 ár, av Skála og starvast sum dekkari á Brimli. Hon tók útbúgving sum skipsatstøðingur á Sjónámi 2022–2023
Saman við 15 mánaða siglingartíð letur útbúgvingin sum skipatstøðingur dyrnar upp til framhaldandi lestur til skipara. Útbúgving sum skipsatstøðari við dugnaskaparroynd og 3 mánaða siglingartíð gevur rætt til at vera stýrimaður á minni handilsskipum. Hevur ein so útbúgving, dugnaskaparroynd og tríggjar mánaðar siglingartíð við havgangandi skipum kann ein gerast skipari og stýrimaður umborð á ávísum fiskiskipum.
Sjónam bjóðar eisini eina av rúgvu av ymiskum skeiðum, so sum trygdarskeið, fyrstahjálparskeið og sjúkraviðgeri fyri at nevnja nøkur.
Meira fæst at vita á www.sjonam.fo.