Móti
Soleiðis røktar tú húðina best um veturin
Vit ganga móti kaldari tíðum, og tað setir øðrvísi krøv til húðrøktina. Húðin er meira viðkvom og gert skjótari turr, og tí er umráðandi at raðfesta húðrøktina hesa tíðina. Vit hava prátað við Anniku Thorsvig, ið eigur og rekur vakurleikastovuna Cosmeto, og hon gevur okkum nøkur góð ráð um húðrøkt í vetrarhálvuni.
- Tað er sera týðningarmikið at geva húðini fukt og feitt, tí at kalda luftin turkar húðina. Fyri at fáa besta úrslitið, so er mannagongdin hendan: byrjað við at reinsa húðina væl og brúka eftirfylgjandi skintonic fyri at skapa javnvág í húðini. Her er umráðandi at velja eitt skintonic uttan alkohol, tí alkoholið turkar húðina. Smyr síðani serum, ið hóskar til tína húð og enda við einum vætu- og feittríkum dagkremi. Vel altíð eitt dagkrem við sólverju - eisini um veturin fyri at fyribyrgja sólskaðum.
- Um kvøldið er mannagongdin tann sama, tó at dagkremið verður skift út við náttkrem.
- Tvær ferðir um vikuna er skilagott at eksfoliera húðina fyri at taka burtur deyða húð og fyri at tryggja, at poknurnar ikki tippast. Tá húðin er eksfolierað, tekur hon eisini betri ímóti kremum o.ø.
- Fyri at geva húðini eitt ordiligt vætu boost, er skilagott at sova við fuktmasku tvær ferðir um vikuna. Um maskan liggur yvir nátt, hevur hon ordiliga tíð at treingja djúpt inn í húðina.
- Krem, serum og aðrar vakurleikavørur kunnu avgjørt gera nógv, men ikki alt. Tí er eisini er neyðugt at hugsa um tín livihátt. Tí mælir Annika til, at tú fært nóg mikið av vætu í gjøgnum dagin, og at tú fært ein góðan náttarsvøvn. Eisini kanst tú hugsa um at taka inn bótarevni (antioxidant) umvegis føðsluna, sum til dømis í smoothie. Ein tummilsregla sigur, at serliga nógv bótarevni er í grønum grømeti, so hugsa um at eta grønmeti sum spinat, brokkoli, squash osv.
At enda leggur Annika afturat, at tað er gott íðka nakrar ferðir um vikuna, tí tá gongd er á blóðrenslinum, tekur kroppurin eisini betri í móti vakurleikavørunum.