Hvat er autisma?
Lívsstílur

Hvat er autisma?

Vantandi kunning og vitan um autismu er við til at fasthalda stigmatisering av, hvat autisma er, meinar mamma at einari dóttir við autismu.
Eftir: Annika Soll 02.09.2018

Í fjør fekk dóttir okkara staðfest Asperger syndrom, ið er diagnosa innan autismuspektrumið. Hon er fakliga sera væl fyri og klárar seg væl í skúlanum. Hon hevur ongan stuðul, gongur í einum kommunalum skúlatilboði saman við øðrum neurotypiskum børnum (tað er fakorðið fyri okkum ”normalu”) og akademiska avrikið hjá henni er framúr.

Hóast hon hevur verið ígjøgnum drúgvar fakligar útgreiningar av serfrøði innan autismu, ið hevur staðfest, at hon hevur autismu, so verði eg sum mamma framvegis møtt við undrandi og ivasomu eygum av fólkum, ið seta spurnartekin við hesa diagnosu. Afturvendandi og undrunarsami spurningurin er ” Ha? Hevur HON autismu? Nei, tað kann ikki passa, hon er so vælfungerandi”!

Og aftur og aftur standi eg sum mamma í tí støðu, at eg skal royna verja og grundgeva fyri teimum, ”jú, hon hevur diagnosuna autismu”. Hendan støða kennist órøtt og órættvís yvirfyri mær sum mammu, men serliga órættvís yvirfyri mínari dóttir, tí spurnartekin verður sett við, hvør hon er. Hetta spurnartekin er fyri mær, grunda á eina stigmatisering av, at flest øll við autismu ikki eru so væl fyri, sum vit onnur, ið ganga runt og halda okkum vera so normal. Mín leiklutur sum mamma, har eg átti at brúkt orku uppá at hjálpt og ment mína dóttir, verður skiftur út við, at eg sum mamma má standa og verja eina diagnosu, ið dóttir mín hevur fingið staðfest av serfrøði, men sum ikki passar inn í almennu myndina og vitanina um autismu.

Hendan støðan er skeiv, men eg veit av samskifti við onnur foreldur at børnum við autismu, at eg ikki eri einsamøll í hesi støðu, tí vit eru fleiri foreldur, ið verða møtt við somu ivamálum og undrandi spurningum frá fólkum rundan um okkum og okkara børnum.

Eg eri vís í, at hesir undrandi og ivandi spurningarnir, ið eg og onnur foreldur við mær verða møtt við, hava ikki til endamáls at vera skaðandi ella sárandi, men eg eri vís í, at spurningarnir uppstanda orsaka av vantandi vitan og kunnleika um autismu. Tí er neyðugt hjá okkum, ið kenna til autismu bæði persónliga og fakliga at varpa ljós á og kunna um autismu.

Týdningarmikið er at varpa ljós á ymisleikan og fjøllbroytni innan autismuspektrumið. Týdningarmikið er ikki bara at gera hetta við virðing fyri familjunum hjá teimum við autismu, men fyri tey, ið hava diagnosuna autisma. Tí tey hava tørv á verða møtt og vird fyri tað, tey eru og ikki møtt við fordómum, um hvat tey ikki eru ella ikki kunnu.

Autismuspektrumið fevnir breitt, og tú kanst finna eina viftu av autismudiagnosum innan spektrumið. Tú kanst eisini møta børnum/ungum við somu diagnosu, men við hvør sínum førleikum og liviumstøðum. Tí er tað sera umráðandi, at vit ikki generalisera, at øll við autismu eru líka og hugtøk, sum hann ella hon er autist, haldi eg, at vit eiga vit at flyta okkum frá, tí eingin ER autist, men tey eru ein persónur við navni og persónleika, tey eru tí ikki ein autistur, men tey hava eina diagnosu innan autismuspektrumið. Tú hevði væl ikki kalla ein persón fyri “Beinbrotni” ella “hin armleysi”, um viðkomandi hevði brotið beinið ella manglaði armin ha? Nei, sjálvandi hevði tú ikki tað, tí tú hevði nevnt teir við navni! Tí beinbrotið ella manglandi armur definera ikki teirra persón ella samleika akkurát líka sum autistur ikki definera persónin ella samleikan hjá einum við autismu. Mín áheitan til tín er tí, nevn tey við navni og ikki við teirra diagnosu.

Í dagsins samfelag verður nógv tosað um at virða og favna ymiskleikanum, tí hann ríkar okkum sum menniskjur og samfelag. Og tað er júst tað, ið vit eisini skulu minnast til at gera við autismu, tí tey við autismu ríka okkum menniskju og samfelag. Tað er neyðugt, at vit sum samfelag virða og favna ymiskleikan og ymsu førleikarnir, tey við autismu hava og steðga við at generalisera tey.

Tú visti sikkurt av, at fólk við autismu kunnu hava eitt hægri IQ enn vit, ið kalla okkum “normal”, men tú hugsar nokk “ja, ja, men tey eru so løgin, at tey eru ikki líka sum vit”. Nei, tú hevur rætt tey eru ikki líka sum “vit”, men eingin er líka sum “vit”, tí tú og eg eru ikki líka, men tað sigur einki, um hvørt tú ella eg kunnu ríka okkara samfelag ella ikki ha? Og tað er júst hetta, ið er poengið, at vit mugu varpa ljós á autismu, og hvat autsima er, tí gera vit tað ikki, so koma vit at ganga runt og hava eina skeiva fatan av hesum deiligu menniskjum, ið kunnu ríka okkum og samfelagið á eins góðan hátt, sum tú og eg.

Fyri at gera hetta, mugu vit sum samfelag varpa ljós á autismu, og hvat tað inniber hjá teimum við autismu at hava autismu. Vit mugu varpa ljós á, hvussu skulu familjur, avvarðandi, vinfólk, skúlar, stovnar og aðrir myndugleikar gera fyri at møta teimum við autismu við virðing yvirfyri hvørji tey eru og hvørji serlig atlit tey hava tørv á í samfelagnum. Og til hetta arbeiði krevst, at tað almenna Føroyar tekur sítt lógvatak í hesi týðandi miðling og kunning, tí tað eru almennu Føroyar, ið vara av skúlum, stovnum og øðrum tilboðum, ið skulu taka ímóti teimum við autismu.

Eg vil verða við til at varpa ljós á autismu, og tí fortelji eg tær mína søgu sum mamma at eini deiligari dóttir við Asperger syndrom, ið fakliga klárar seg væl í skúlanum, men sum ikki skilir sosialar støður og sosialar relatiónir á sama hátt sum tú og eg. Eg eri errin av mínari dóttir, og hon lærir meg so ómetaliga nógv um lívið hvønn dag, men eg hevði ynskt, at hon varð møtt við meiri virðing og forstáilsi úti í samfelagnum fyri tað, hon er og ikki útfrá, at hon ikki passar inn í stigmatiserandi samfelagsmyndina av, hvat autisma er.

Í dagsins samfelag má eg sum mamma at einum barni við autismu brúka nógva orku uppá stríð og strev at tosa og megla við almennar myndugleikar um at fáa hjálpina til dóttir mínar, ið hon hevur rætt til og tørv á.

Eg gleði meg til tann dag, har eg ikki skal stríðast og strevast meira fyri sjálvsøgdum rættindum til mítt barn, men har eg ístaðin kann brúka fulla tíð og orku uppá at vera mamma!

Annika saman við dóttrini




Viðkomandi greinar