Kroyst epli við parmasan og rosmarin
Matur

Kroyst epli við parmasan og rosmarin

Ger eitt sindur eyka burturúr eplunum næstu ferð, tit borðreiða við til dømis einum góðum búffi.
Eftir: Johanne Grove Lundgaard Mynd Amy Hansen 26.01.2022

Til 4 fólk

TILFAR

12 smá epli

70 g av parmesan

Salt og pipar

1 pott av rósmarin

Skal frá 2 sitrónum

12 ssk av olivinolju

4 ssk av sitrónsaft

2 stroknar tsk av salti

SOLEIÐIS GERT TÚ

Kóka eplini, legg tey í eitt eldfast fat og trýst tey fløt við einum gaffli ella hondini.

Rív parmesan á fína rívijarninum.

Stroy ríkiligt av salti og nýmalnum pipari á eplini og síðani umleið ein súpisekið av parmesani á hvørt epli.

Baka við 200 stigum í heitluft til parmesanosturin hevur fingið gyltan lit.

Hakka rósmarin grovt og blanda við sitrónskali, sitrónsaft, salti og olivinolju.

Borðreið eplini við rósmarinoljuni aftur við. Eplini hóska væl til til dømis ein góðan búff.




Viðkomandi greinar