Ostakøka við kakaomjólk, hvítari sjokulátu og appilsin
Matur
Ostakøka við kakaomjólk, hvítari sjokulátu og appilsin
Hug til eina vælsmakkandi ostakøku við tveimum sløgum av sjokulátu, kakaomjólk og frískligari appilsin, so mást tú royna hesa lekkru køkuna – kanska eitt hugskot omaná nýggjársaftan.
Eftir: Mynd og uppskrift Tóra Effersøe Mortensen Gjørt í samstarvi við Røsku 26.12.2022

Botnur
225 g av digestive keksum
115 g av smeltaðum smøri frá Røsku

Hvítt ostakrem
1,5 dl av róma frá Røsku
3 límbløð (husblas)
2 hitaviðgjørdir eggjareyðar
1,5 ssk av sukri
300 g av rómaosti
150 g av hvítari sjokulátu

Myrkt ostakrem
1,5 dl av kakaomjólk – klassiskt, frá Røsku
3 límbløð
2 hitaviðgjørdir eggjareyðar
1,5 ssk av sukri
300 g rómaosti
50 g av myrkari sjokulátu

Botnur
Blenda keksirnar og rør keksamorlið saman við smeltaða smørinum. Trýst keksamorlið í ein form (22 ella 24 cm tvørmál). Set botnin at kólna, meðan tú gert ostakremið.

Myrkt ostakrem
Hita kakaomjólkina við lágum hita, hon skal ikki kóka. Upploys límbløðini í heitu kakaomjólkini.

Píska eggjareyðarnar og sukrið, til tað er luftvorðið.

Rør rómaostin í eggjareyðablandið. Smelta sjokulátuna og rør hana í rómaostablandið, og at enda rørir tú flógvu kakaomjólkina væl saman við restini.

Stoyt ostakremið varliga oman á keksabotnin. Set kalt í umleið tveir tímar.

Hvítt ostakrem
Hita róman við lágum hita, hann skal ikki kóka. Upploys límbløðini í heita rómanum.

Píska eggjareyðarnar og sukrið, til tað er luftvorðið.

Rør rómaostin í eggjareyðablandið. Smelta sjokulátuna og rør hana í rómablandið, og at enda rørir tú róman væl saman við restini.

Stoyt ostakremið varliga út yvir myrka ostakremið. Set kalt í umleið tveir tímar.

Appilsingelé 
3 límbløð
4 appilsinir
55 g av sukri

Soleiðis gert tú 
Pressa saftina úr appilsinunum. Kóka appilsinsaftina saman við sukrinum. Tak grýtuna av plátuni, og bloyt límbløðini í heitu saftini og lat kólna í 10-15 minuttir. Stoyt varliga geléið oman á ostakøkuna. Set kalt í minsta lagi fimm tímar – helst alla náttina. Pynta við sjokulátuspønum og árstíðarhóskandi berum.








Viðkomandi greinar