Leikandi keramik frá Sofie Linde
Nýggja røðin Poppery er sniðgivin av kendu donsku andlitunum Sofie Linde og Joakim Ingversen, sum tú allarhelst kennir frá ymiskum donskum sjónvarpssendingum. Persónligheitirnar hjá sniðgevara-duoini endurspegla keramikkin, tey hava gjørt í samstarvi við Kähler: burtur við tí nordiska, minimalistiska stílinum, og inn við frískligum og livandi litum!
Røðin hevur tvey krúss, tríggjar vasar og ein serstakan figur, ið hoyrir til vasan. Hesin serstaki figurur, ið er stoyptur sum eitt súrrepli við einum ormi í, hevur eitt tvífaldað endamál. Figururin kann nevniliga pynta við síðuna av vasanum, men eisini brúkast sum ein proppur at seta í vasan, tá hann vantar blomstur.
Serstaka røðin kann skjótt fáast hjá Mariu Poulsen Búnýti.