Bloggur

Aftur a gomlum (renni)gøtum

Við eini eykavekt, sum svarar til einar 3-4 mjólkarpakkar, í mun til seinasta rennitúrin fyri langari tíð síðani, so var hesin “fyrsti” rennitúrurin strævin, men – sum altíð – góður.
22.02.2021

Leygarmorgunin kom eg endiliga í renniskógvarnar einaferð aftur! Hóast túrurin var bæði strævin og stuttur, so var kenslan góð aftaná – væl at merkja, tá andadráttur og hjartsláttur vóru komin niður á eitt so nøkulunda støði.

Sum at koma heim
Minnast tit – fyrr í tíðini – tá ið vit kundu ferðast uttanlands, sum vit vildu? Tað er kanska ikki so langt síðani, men tað kennist viðhvørt, sum tað er sera langt síðani! Tað besta við at ferðast, hevur altíð verið tað, at koma heim aftur, haldi eg. Hetta her við: Úti gott, men heima best! Og hesa kensluna fekk eg eisini henda dagin, eg var mær ein rennitúr í Hoydølum og Boðanesi. Tað var, sum at koma heim. Sindur fjákut kanska, tí Boðanes er beint við alla tíðina, men tað er bara so langt síðani, eg havi verið har, og uppaftur longur síðani, at eg rann har.

“Eg hoyrdi títt klipp...”
Komin oman ímóti brúnni á Boðanesi, hoyrdi eg knappliga eitt “klipp” – tað vælkenda ljóðið frá okkara kærkomna summargesti. Hugdi upp, men sá einki tjaldur, bleiv so spent, at fór av gøtuni og niðaná at hyggja. Skimaðist allar vegir, men sá bert ein havhest og kundi annars njóta útsýni yvir Hoyvíkina ein veg og Nólsoynna hinvegin. Tá ið vit vóru børn, fóru vit ofta biltúrar og gongutúrar ymsastaðni í náttúruni – og ímóti vári vóru vit altíð spent at síggja fyrsta tjaldrið, fyrsta lambi, fyrsta gásarungan o.s.fr. Eg sá so einki tjaldur henda morgunin, men kundi gleðast um, at eg í hvussu er hevði hoyrt eitt.

Korona-dellur
Nú fór tíðin næstan frá mær – hevði eina dyppiavtalu í Sandagerði – so eg mátti royna at skunda mær at renna heim aftur. Huff, eyka vektin, sum svarar til 3-4 mjólkarpakkar, sum er komin uppá her og har – og serliga rundan um miðjuna – kendist sum ein tung byrða at dragsa niðan brekkuna frá Boðanesi. Men kríggið móti Korona-dellunum er byrjað!! Meira um tað eina aðru ferð ...

Praktfult morgundypp í sólskini og stilli
Eg náddi út í Sandagerð til tíðina, har besta (dyppi)vinkonan hitaði upp niðri á sandinum. Dyppið var serliga gott henda dagin – og at koma upp aftur og kunna lata sólina hita okkum í stilla, vakra veðrinum, var onki minni enn fantastiskt!




Viðkomandi greinar