5 plantur, sum trívast í baðirúminum
Býlið

5 plantur, sum trívast í baðirúminum

Tað er ikki júst í baðirúminum, vit síggja flest plantur, men fleiri plantur stórtrívast í vátliga, heita og myrka umhvørvinum í baðirúminum.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen - Myndir: Veitari 03.11.2019

Tær skapa hugna og geva eina kenslu av vælveru, so lat okkum eisini bjóða plantunum inn í baðirúmið. Vel plantur, sum trívist í skugga, nógvum hita og nógvari luftvætu.

Hangifika – planta, ið klintrar og hevur smá rund bløð, sum sita tætt. Er sera væl hóskandi at standa á einari hill og prýða í baðirúminum.

Kaktus – flestu katussar skulu hava minimalt av vatni, men dáma væl nógva luftvætu.

Guldranke – hóast henda klintriplantan við uppruna í Asia trívist væl í ljósi, so er hon harðfør og kann saktans standa í einum rúmi uttan sólarljós. Tá veksur hon tó ikki eins skjótt, sum á einum ljósum horni í stovuni.

Friðarlilja – hon er kend fyri at vera avbera góð fyri inniluftina, og trívist væl í einum rúmi, har ikki beinleiðis sólarljós er, men hevur tú eitt vindeyga á vesinum, so hevði henni dámt væl at staði har.

Orkide – hon er ein regnskógarplanta, so hon hóskar væl til vátliga og heita umhvørvið á baðirúminum.




Viðkomandi greinar