
#1 - Nert við moldina
Tú kannar best moldina við at nerta við hana. Um moldin merkist vát, so er eingin orsøk at geva plantuni vatn - um moldin harafturímóti er turr, skalt tú geva vatn. Sjálvsagt er tað umráðandi at syrgja fyri, at plantan fær nóg mikið av vatni, men ansa eftir, at ikki geva henni ov nógv vatn, tí so druknar hon. Tú vatnar best plantuni við at seta hana í vaskið, oysa vatn í krukkuna og lata hana standa í eitt korter.
#2 - Stovuheitt vatn
Plantum dáma ikki kalt vatn. Tí skalt tú geva plantuni vatn, sum er beint undir lunkað - lat eina kannu standa úti, so vatnið verður stovuheitt. Minst til aldrin at geva smáar mongdir av vatni, tað fær røturnar at vaksa upp eftir vatni, og tað ger plantuna veika og fær røturnar at rotna.
#3 - Hygg at plantuni
Ivast tú í, um plantan hevur tað gott, so hygg at henni: um tú sært, at bløðini hanga ella eru gul og brún, so kann tað vera tekin um, at plantuni tørvar vatn ella tøð. Um moldin er slavin ella vát, so kann tað vera tekin um, at hon manglar tøð, ella at plantan hevur fingið ov nógv vatn.
#4 - Tøð
Tað er umráðandi, at tú tøðir plantuni í vakstrartíðini. So verður plantan stór, sunn og sterk. Tú fært burðardygt og vistfrøðiligt tøð til stovuplantur í plantuhandlunum.
#5 - Gul og brún bløð
Plantur kunnu, júst sum vit menniskju, fáa ov nógva sól. Um plantur, sum ikki tørva nógva sól, standa í einum suðurvendum vindeyga, so kemur tað ofta fyri, at tær gerast gular. Finn eitt nýtt stað til plantuna.
Kelda: Greenify